Húsið 14 ár - kom ein túr framvið:)

27. februar hátíðarhalda vit, at Húsið hevur 14 ár á baki. Tað er nokk so stórt - vit kundu farið til skips næstan:)

Vit gera eitt sindur burturúr. Marius DC kemur at spæla, og eisini fara okkara egnu Adrenaline at spæla nøkur løg.

Onkrar dummar kappingar verða - t.d. bjóðar Aaron tykkum av í borðtennis:) Aaron er borðtennismeistarin í Húsinum - Vinnur tú á Aaron (við vinstru hond), so vinnur tú okkurt frá Húsinum:)

Kom eisini og royn okkara Gekkahjól. Snara, svara og vinn:)

Sjálvandi bjóða vit eisini bollar, kakao, banankøku og eitt hugnaligt prát.

Alt hetta og meir gongur fyri seg í Dávavirkinum frá kl. 15.00 til 21.00. Øll eru hjartaliga vælkomin

 

Byrjar:
27.02.2020 - KL. 15:00
Endar:
27.02.2020 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna